Maskinurnar á flakavirkinum verða nú royndarkoyrdar, og ætlandi byrjar framleiðsla har í næstum Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at seta útgerð upp á virkinum í Vági og fyri næstan trimum tveimum vikum síðani varð so spakuliga trýst á startknøttin, við ymsum einføldum framleiðslum.
John Nielsen, leiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at higartil hava eini 40 fólk verið til arbeiðis í Vági, men enn eru ymisk viðurskifti eftir at fáa í rættlag, áðrenn full ferð kann setast á.
Seinastu dagarnar hava teir gjørt tillagingar og akkurát í dag er ætlanin at fara royna allar linjurnar og at fara undir tær framleiðslur, sum, ætlanin er at gera á virkinum.
Í morgun segði John Nielsen, at tað hevði gingið hampiliga væl, tó at einstakir byrjunartrupulleiakr vóru.
Og síðani er ætlanin at seta fulla ferð á.
Virkisleiðarin sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági, er at góðska upsa til ymsar serframleiðslur. Tað kann vera til portiónur í smáum pakkum.
John Nielsen sigur, at hann væntar, at brúk verður fyri 100-120 fólkum á virkinum í Vági og hann væntar eisini, at talan verður um støðugt arbeiði hvønn dag.