Arbeiðið á Salm Pro liggur stilt

– Hetta er fimmta vikan, síðan framleiðslan av portiónum helt uppat, og vit bíða framvegis eftir, at gongd fer at koma á aftur, siga fólk, sum arbeiddu á laksavirkinum Salm Pro í Fuglafirði

STEÐGUR

Laksavirkið Salm Pro í Fuglafirði, sum læt upp av nýggjum miðskeiðis í summar, hevur nú staðið stongt síðan miðskeiðis í oktober.
Sum skilst, arbeiðir leiðslan í felagnum við at finna ein langtíðar marknað til laksaportiónir.
Faroe Seafood syrgdi fyri søluni av framleiðsluni hjá felagnum í Fuglafirði til fyri stuttum, men síðan órógv kom í hjá Faroe Seafood, og Eik Banki samstundis fór av knóranum, hevur verið neyðugt hjá Salm Pro at leita sær nýggjar keyparar til sínar portiónir.
- Hetta er fimmta vikan, síðan framleiðslan á virkinum helt uppat, siga arbeiðsfólk, sum Sosialurin hevur tosað við.
Tey siga, at enn vita tey ikki, nær framleiðslan kemur í gongd aftur, men tey ivast onga løtu í, at virksemið kemur upp at koyra aftur, áðrenn langt um líður.
- Nú framleiðslan hevur ligið still hesar vikurnar, hava vit gjørt ymiskar ábøtur og viðlíkahald, siga fólk, sum hava tilknýti til Salm Pro í Fuglafirði.

40 arbeiðspláss
Tað var Faroe Seafood, sum upprunaliga átti og rak laksavirkið í Fuglafirði, men áðrenn virksemið byrjaði aftur miðskeiðis í summar, hevði Faroe Seafood selt 2/3 av felagnum til ávikavist Viking Seafood á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy.
Eigarviðurskiftini í Salm Pro eru soleiðis tríbýtt, har nevndu trý feløg eiga ein triðing í part.
- Málið er at virka 3.000 tons av laksi til portiónir um árið, og hetta fer ætlandi at geva arbeiði til út við 40 fólk, tá framleiðslan veruliga er komin í gongd, segði Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari, tá Sosialurin skifti orð við hann í summar.
Hann legði aftrat, at meginparturin av laksinum, sum tey fara at virka til portiónir í Fuglafiðri, fer at koma frá kryvjivirkinum Viking Seafood á Strondum.