Arbeiðið sæst ikki aftur

Tá VÍF fyri tveimum vikum síðan vitjaði á Hálsi, vunnu vestmenningar við seks málum. Hóast úrslitini siga hvør sína søgu, heldur Ingi Olsen, spælandi venjari hjá Neistanum, ikki, at munurin á dystunum var serliga stórur.

- Tá geva vit upp seinastu løtuna, og tí varð munurin so stórur. Men málverjarnir á báðum liðum stóðu eisini betri tá, samanborið við hesaferð, sigur Ingi Olsen.

Neistin hevur skotið flest mál og latið flest mál ígjøgnum í hesum kappingarárinum. Ber ikki til at fáa bæði álops – og verjuspælið at rigga í einum?

- Sjálvandi. Og vit arbeiða eisini dúgliga við verjupartinum, hóast tað ikki sæst aftur. Tað eigur at vera nógmikið at skjóta 30 mál fyri at vinna ein dyst, men soleiðis varð ikki hjá VÍF í dag.

Men Ingi Olsen, hava tit ikki betri lið enn stigatalvan vísir?

- Tað er torført at siga. Tað nyttar lítið at hava fimm landsliðsleikarar, um eindin ikki riggar. Tað eru helst fleiri feløg, sum kundu ynskt sær okkara leikarar. Men um tú ikki spælur sum eitt lið, kann tað gera tað sama, hvørji nøvnini á pappírinum eru, sigur Ingi Olsen.

Við sigrinum í gjár otaði Neistin seg nærri fyrsta plássinum. Tvey stig skilja havnarfelagið og VÍF, men tað er einasti munurin á liðunum, heldur spælandi venjarin.

- Vit standa einki aftanfyri vestmenningar. Vit hugsa fyrst og fremst bara um at sleppa í finaluna, staðfestir Ingi Olsen.