Nú er tað umráðandi at byrgingin um Haraldssund verður gjørd liðug.
Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður.
Byrgingin varð tikin í brúk í 1986, men hóast tað nú eru 30 ár síðani, er arbeiðið ongantíð gjørt liðug, og nú hevur Jónleif Johannesen, tingmaður, spurt hann, hvørja lagnu, byrgingin fær.
Henrik Old sigur, at upprunaliga var ætlanin at gera eina byrging við eini brúgv og siglingarrennu, so bátar kundu sigla gjøgnum sundið.
Hann sigur, at í 2008 fekk Landsverk játtan til at gera arbeiðið liðugt og arbeiðið er klárt atr byggja út. Men nú er ætlanin at gera brúgv og siglingarrennu, slept.
- Tað er gjørt í samráð við lokalu myndugleikarnar, tí ein siglingarrenna hevur lítlan týdning fyri útróður og streymviðurskifti á staðnum, sigur Henrik Old-
Eftir verkætlanini verður byrgingin gjørd, so at hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið.
- Eftir ætlan verður byrgingin umbygd nakað, men stórur partur av verandi verklagi verður brúktur aftur.
Landsverk hevur í Samferðsluætlanini hevur mælt til, at hetta verður gjørt beinanvegin, og sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at tað er umráðandi, at gera tað.Hinvegin er møguleikin at nýta byrgingina í sambandi við sjóvarfalsorku, ikki viðgjørdur ítøkiliga, leggur hann afturat.
Ætlanin er partvís at gera byrgingina av nýggjum, so at hon verður einar 350 metrar til longdar. Landsverk metir, at tað fer at taka eitt ár at gera byrgingina, og at arbeiðið fer at kosta einar 30 milliónir krónur. Men so fer hon eisini at kosta 200.000 krónur um árið í rakstri.










