Arbeiðið hjá Fiski-rannsóknarstovuni skal virðismetast

Avrikssáttmálin millum Fiskimálaráðið og Fiski-rannsóknarstovuna fyri 2009 varð undirskrivaður í gjár

Fiskimálaráðið og Fiskirannsóknarstovan arbeiddu í 2008 saman eftir einum avrikssáttmála. Hetta er ein tann fyrsti av hesum slag millum ein almennan stovn og eitt aðalráð.

Sáttmálin riggaði væl, og komið varð á mál við flestu setningum. Tó var ynski frá báðum pørtum um broytingar á fleiri økjum. Av hesi orsøk varð sáttmalin fyri 2009 ikki undirskrivaður fyrr enn nú .

Semja er longu nú um fleiri broytingar í komandi sáttmála fyri 2010 og árini fram. Serliga skal dentur leggjast í at virðismeta arbeiðið, sum verður framt á Fiskirannsóknarstovuni, so at tað ber til at síggja, hvat broytingar í krøvum til stovnin kosta.