Í dag verður nýggja djúphavnin í Runavík tikin í brúk og tað verður hátíðarhildið seinnapartin í dag, tá ið almenn móttøka verður á bryggjuni klokkan fimm, tá ið røður verða hildnar og Nes Sóknar Hornorkestur fer at spæla
Ein partur av hesi ætlanini var at fáa eina havn, sum er 12 metrar djúp í støðum, men annars var endamálið at binda báðar bryggjurnar saman.
Nú bryggjurnar eru sambundar er atløgusíðan tilsamans umleið 580 metrar og á 320 metrum av teimum er dýpið 12 metrar. Framvið gomlu bryggjuni gongur dýpið annars frá 12 metrum niður á seks metrar suður ímóti Havnarskrivstovuni.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hetta fer at geva teimum heilt aðrar møguleikar. Og nú grót verður flutt av Strondum yvir um fjørðin í sambandi við arbeiðið at bora Eysturoyartunnilin, og lagt í økið báðumegin markið ímillum Saltangará og Glyvrar, verða vinnumøguleikarnir uppaftur størri, leggur hann afturat
Arbeiðið hevur kostað einar 39 milliónir krónur, men asfaltering og ravmagn eru ikki við í arbeiðnum, sum er gjørt, men tað verður boðið út í næstum.
Annars hevur Runavíkar kommuna nú eina bryggulongd upp á heilar tveir kilometrar tilsamans.