Gongst sum ætlað, verður arbeiðið at orða ein tænastupolitikk, liðugt í summar, og um eitt ár verður tað lagt fyri Løgtingið.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Tað var undanfarna landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum nú er løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, sum vildi hava at vita, nær tænastulógin verður liðug. Hon vísir á, at eftir ætlan skuldi arbeiðið vera liðugt á ólavsøku í fjør og síðani skuldi nýggj lóggáva leggjast fyri Løgtingið.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at gongst sum ætlað, verður tænastupolitikkurin liðugur í summar Hetta er ein politikkur, sum skal seta kós fyri, hvussu vit skipa okkara vælferðartænastur á almannaøkinum, og hann skal samstundis verða grundarlag undir einari nýggjari tænastulóg.
Landsstýriskvinnan sigur, at í Almannamálaráðnum arbeiða tey í løtuni bæði við eini pensjónsnýskipan og við at finna markið ímillum, hvørji almannamál skulu hoyra undir landið og hvørji skulu hoyra undir kommunurnar, nú eldraøøkið er lagt undir kommununurnar.
Tí hevur arbeiðið at gera eina tænastulóg, drigið út.
- At orða ein tænastupolitikk á almannaøkinum er ein krevjandi, men eisini týdningarmikil uppgáva, sigur Eyðgunn Samuelsen.
- Talan er um eitt sera torgreitt øki, sum skal lýsast, og harumframt, at skulu tilmæli gerast um, hvussu tænasturnar skulu skipast.
- Almannamálaráðið hevur avmarkaða starvsfólkaorku, og hevur arbeiðið við at orða tænastupolitikkin eisini verið merkt av, at nú eldraøkið er lagt undir kommunurnar, eru fleiri viðurskifti, sum greiða ikki er fingin á.
Hon sigur, at eftir ætlan verður tænastulógin ein nýggj høvuðslóg, sum kemur ístaðin fyri ásetingarnar í forsorgarlógini um tænastur, sum t.d. stuðulsfólkaskipanina og bútilboð.
- Landsstýriskvinnan í almannamálum miðar eftir at senda uppskot til tænastulóg saman við fylgilóggávu til hoyringar um ársskiftið og gongst sum ætlað, verða uppskot løgd fyri Løgtingið um eitt ár.