Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, hevur verið við í arbeiðsbólkinum síðani byrjan á heysti í 2012. Hon valdi tó at taka seg burtur úr arbeiðnum so seint sum næstsíðsta sunnudag, bara fáar dagar áðrenn álitið um eitt føroyskt fátækramark skuldi handast landsstýriskvinnuni í almannamálum.
Sonja Jógvansdóttir eftirlýsir ítøkilig tilmæli um, hvussu viðurskiftini hjá fólki, ið liva undir fátækramarkinum, kunnu bøtast.
- Hetta álitið leggur bara upp til fleiri, akademisk øvilsi, sigur Sonja Jógvansdóttir og heldur fram:
- Í staðin burdi arbeiðsbólkurin brúkt sína orku til at farið niður í trupulleikarnar hjá teimum í okkara samfelag, sum vit longu nú vita, hava tað trupult, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon eftirlýsir, at arbeiðsbólkurin kemur við nøkrum greiðum tilmælum um, hvat kann gerast fyri at bøta um korini hjá fólki.
- Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um føroyskt fátækramark. Fundamentið er alt ov veikt. Onkursvegna haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at álitið leggur upp til at enn fleiri kanningar og greiningar skulu gerast.
- Tað var væl tað, sum vit í arbeiðsbólkinum vóru sett til at gera. Vit høvdu ein arbeiðssetning, og hann haldi eg ikki vera útintan á fullgóðan hátt, argumenterar Sonja Jógvansdóttir.
Amboðið
Samskiparin í Samtak dregur ein parallel til eitt annað álit, nevniliga heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum kom í apríl í fjør. Tað álitið hevði 37 ítøkilig átøk, øll við eini kostnaðar- og tíðarætlan.
- Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um føroyskt fátækramark. Fundamentið er alt ov veikt. Samanumtikið haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Álitið staðfestir, at stakir uppihaldarar og húski við lágum lønum eru fangað í eini sonevndari ”fátækrafellu”, har frípláss á dagstovnum fellur burtur, tá inntøkan fer uppum góðar 244.000 krónur. Tí loysir tað seg ikki hjá hesum samfelagsbólki at tjena fleiri pengar, eitt nú við at arbeiða fulla tíð.
- Hetta er tað mest ítøkiliga í álitinum, og her átti sjálvandi at verið eitt greitt tilmæli um, hvat kann gerast við hesa ítøkiligu støðuna. Eisini vita vit um støðuna hjá støkum uppihaldarum annars, um støðuna hjá ávísum pensjónistum og so framvegis. Eitt álit um fátækramark eigur at hava greið tilmæli um, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Samskiparin hjá Samtak óttast, at álitið tí endar í eini skuffu, uttan at nakað meira kemur burturúr.
- Vit høvdu ein fornemman møguleika at geva politikarum eitt ítøkiligt amboð at arbeiða víðari við. Men tað haldi eg ikki, at man ger við hesum álitinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.