Upp undir seinasta val varð dúgliga tosað um at byrjað arbeiðið um fast samband um Vestmannasund, og allir vóru samdir at hetta skuldi byrjast sum skjótast.
Nú er samgonga so skipað, har sagt verður í samgonguskjalinum at setast skulu 20 mió. kr av árliga í grunn, sum fær heimild at taka upp lán og krevja inn bummpengar.
20 mió. kr
Í grunnin eru nú komnar 20 mió. kr. og á komandi fíggjarlóg eru eisini settar 20 mió. kr. av til fasta sambandið, men stóri spurningurin hjá bæði vágafólki og føroyingum í síni heild er, nær hetta arbeiðið byrjar.
Skrivað hevur verið nógv um at fáa arbeiðið í gongd sum skjótast, men higartil hevur eingin sett nakran dato á.
Jørgen Niclasen, fíggjarnevndarformaður sigur, at tað var tógvið stríð at fáa Vágatunnilin í samgonguskjalið, men tað var eitt krav, og tað eydnaðist.
Tvær vikur
? Síðan tá hevur verið arbeitt við málinum í Tinganesi og um einar tvær vikur verður uppskot lagt fyri Løgtingið viðvíkjandi føstum sambandið um Vestmannasund. Og verður uppskotið samtykt, kann arbeiðið byrja longu í komandi ári, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur, hvat uppskotið inniheldur, sigur Jørgen Niclasen, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, er í fer við at leggja síðstu hond á verkið, og endamálið við tí er at fáa arbeiðið í gongd sum skjótast, sigur fíggjarnevndarformaðurin.