Arbeiðið byrjaði í gjár

Í gjár varð av álvara skjøtil settur á arbeiðið at projektera tað nýggja suðuroyarskipið.

Bólkurin hjá Strandferðsluni, sum hevur fyrireikað byggingina, og sett krøvini fyri skipið upp, fór til Danmarkar hetta vikuskiftið.Og í gjár skldi hann á við felagið, Knud E. Hansen, sum skal projektera tann nýggja Smyrilin.

Strandferðslan hevði fingið nakrar spurningar frá Knud E.Hansen, sum hon skuldi svara uppá, og síðani skuldi arbeiðast víðari út frá tí.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at fyrsta stigið á fundinum í gjár skuldi vera vera, at hann sjálvur skuldi halda ein upplýsandi fyrilestur fyri teimum, sum skulu projektera Smyril, um Strandferðsluna og um strandferðslu í Føroyum. Hetta varð fyri at teir fáa eina betri hylling á fortreytunum fyri strandferðslu í Føroyum og, hvat teir hava við at gera, hvussu farleiðin er, hvussu veðrið er, o.s.fr.

Ímeðan bólkurin er niðri, fer hann eisini kanningarferð at hyggja eftir skipum og á onkur virki, sum gera motorar o.s.fr.

Tað kostar 500.000 at projektera tann nýggja Smyrilin og projektið skal verða liðugt 14. desember.

Tann nýggi Smyrilin tekur um 200 bilar, tað er næstan tvær ferðir so nógv sum Smyril, ið nú er. Nýggi Smyril fer at taka um 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin, tað er tað sama sum Smyril, ið nú er, tekur. Men nýggi Smyril verður munandi betri útgjørdur í allar mátar. Hann verður um 115 metrar langur og skal sigla 21 míl. Sostatt fer tað at taka um 1 tíma og 35 minuttir at sigla av Tvøroyri til Havnar.

Gongur sum ætlað, verður kjølurin strektur næsta heyst ogtað fer at taka um tvey ár at byggja skipið.

Í projektbólkinum sita Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, Hanus Lassen, skipari, Petur Winther, maskinstjóri, Jógvan Nybo, 1. meistari, Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, Pauli Larsen, skipari og Øssur Nielsen, maskinstjóri. Harafturat hava eisini suðuroyingarnir Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, umframt vinnulívsmenninir Heri Hjelm og Viberg Sørensen, verið í projektbólkinum. Skrivari hjá bólkinum er Johan Isholm á Strandferðsluni.

Men tað skilst, at tað eru bara nakrir í bólkinum, sum skulu avstað.