Arbeiðið borðoyarmegin byrjað

Nú er arbeiðið til Norðoyartunnilin farið í gongd borðoyarmegin

Klaksvík:
Vegagerðin til inntakið til Norðoyatunnilin er nú farið í gongd borðoyarmegin. Arbeiðið byrjaði týsdagin. Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin sigur, at nú verður fyrst grivið út fyri tunnilsmunnanum, og síðani verður farið at spreingja út fyri inntakinum. Byrjað verður at bora borðoyamegin frá í apríl.
Arbeiðið hinumegin fjørðin gongur væl, men eitt sindur striltið hevur tað kortini verið, tí at lendið hevur verið leyst, men nú er so væl komið inn og tilfarið tað betur, at roknað verður viðat full kraft verður sett á boringina Leirvíksmegin frá um heilt stutta tíð.
Veðrið hevur ikki verið tilvildar í eina tíð nú við nógva kavanum, sum hevur ligið. Hetta hevur so somuleiðis gjørt sítt til, at arbeiðið borðoyarmegin ikki er farið í gongd. Men nú er hann so burtur, og arbeiðið fór í gongd beinanvegin.
Sum sagt verður farið í holt við at bora inn í fjallið, tá hetta arbeiðið er liðugt. Og gongur alt, sum ætlað, so hittast teir, sum arbeiða hvør sínu megin fjørðin, onkrastaðni undir Leirvíksfirði um eitt ár ella gott tað.
Og at norðoyingar eru spentir, tað sást týðuliga, tí nógvir bilar koyra framvið fyri at forvitnast.