112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eldur er góður tænari, men ringur harri. Tað máttu fimm polakkar og ein føroysk kvinna ásanna, tá tað leygarmorgunin 23. mai festi í húsini, har tey búðu.
Klokkan 07.17 leygarmorgunin kom fráboðan til alarmsentralin, um at fólk sóu royk úr einum húsum við Skipasmiðjuna í Havn. Sløkkilið varð sent á staðið, men hóast skjótt varð borið at, festi eldurin veruliga í og breiddi seg skjótt.
- Tá eg kom á staðið, var yvirtendrað á allari ovastu hæddini, og eldurin stóð út gjøgnum tekjuna, greiðir Anfinn Reinert, innsatsleiðari, frá.
Tá sløkkilið og løgregla kom á staðið, vóru fólkini inni í húsunum komin út úr húsunum av sær sjálvum, at síggja til uttan skaða.
- Men vit sendu sjálvandi fólk inn at vita eftir, tí tú kann ongantíð verða heilt vísur, greiðir Anfinn Reinert frá.
Eins og myndin vísir, var talan um veruliga stóran eld, og stóð eldurin til tíðir fleiri metrar upp úr tekjuni, sum varð smeltað.
Umleið klokkan 8.30 hevði sløkkiliðið fingið tamarhald á eldinum, soleiðis at hann ikki breiddi seg meira. Klokkan var um 11, tá liðugt var at eftirsløkkja.
Eldurin kyknaði á ovastu hæddini, og eisini miðhæddin brendi sera illa. Niðasta hæddin er eisini farin sera illa av vatnskaða, og húsini standa neyvan at bjarga.
Arbeiðið bjargaði teimum
Polakkarnir, sum búðu í húsunum, arbeiða á Skipasmiðjuni í Havn, og er tað MEST, sum tað nú eitur, sum syrgir fyri at teir hava tak yvir høvdið.
Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST, greiðir frá, at polakkarnir beinanvegin hava fingið aðrar íbúðir í húsum hjá MEST at búgva í, og eru teir tískil ikki húsvillir.
- Men sjálvandi eru teir eitt sindur skelkaðir av hendingini. Lukkutíð skuldu teir til arbeiðis henda morgunin, og komu teir tí út í góðari tíð. At síggja til høvdu teir ongan sjónligan skaða, og teir vóru allir koyrdir á landssjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran, men ongum bilti nakað, greiðir Eyðfinn Egholm frá.
Ein serdeild hjá Løgregluni, ið teldur tveir mann við serkøni, kannar nú orsøkina til eldin, og væntast eitt úrslit at fyriliggja seinni í vikuni.