Millumlandasigling
Tað er nú at kalla púra greitt, at arbeiðið at byggja nýggju Norrøna kann halda fram. Og tað er somuleiðis greitt, at skipið verður latið Smyril Line tann 20 mars í 2003, sum ætlað, visti Útvarp Føroya at siga beint eftir aðalfundin í smyril Line hósdagin.
Á aðalfundinum staðfesti nevndin, at arbeiðið at útvega tær 125 milliónirnar afturat í eginpeningi, sum týska skipasmiðjan kravdi, er eydnast.
Sostatt er eginpeningurin og eginognin nú meiri enn 200 miljónir kr.
Annars hevur tað ikki gingið væl at fáa tær kravdu 125 milliónirnar til vega, serliga eftir at landið ikki vildi taka lut í ætlanini.
Men so setti fyrst ein íslendskur grunnur 10 miljónir í Smyril Line og honum á baki settu hetlendingar aðrar 50 miljónir afturat í felagið.
Hinar 65 milliónirnar, sum nú restaðu í, hava føroyskir íleggjarar sett í Smyril Line.
Alivirkið Vestlax setti seg fyri 15 milliónir og aðrir íleggjarar fyri fimm milliónir.
Og fyrr í vikuni fekk Smyril Line at vita frá Framtaksgrunninum, at hann var sinnaður at seta 25 miljónir kr. í felagið, eftir at nakrar kanningar aftrat verða gjørdar.
Og á sjálvum aðalfundinum boðaði Tryggingarfelagið Føroyar frá, at nevndin hevði gjørt av at seta 15 miljónir krónur í Smyril Line, samstundis sum aðrir føroyskir íleggjarar settu 5 miljónir í felagið.
Sostatt hevur Smyril Line fingið tilsøgn um allar tær 125 miljónirnar sum skuldu teknast
afturat, og nú er at kalla púra vist, at arbeiðið uppá nýggja skipið heldur fram, segði Útvarpið hóskvøldið.
Í nevndini í Smyril Line eru Jónas Hallgrimsson, formaður, Óli Hammer, Thomas Arabo, Jógvan í
Dávastovu, Heri Mørkøre, Einar Waag og hetlendingurin Morgan Goodlad.