Arbeiði aftur á flakavirkinum í hesum mánaðinum

Í løtuni verður síðsta hond løgd á ábøturnar, sum skulu gerast á virkið og síðani skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkenna tað

Fiskaarbeiði

Hvalba: Nú kunnu hvalbingar av álvara síggja fram til, at arbeiði verður aftur á flakavirkinum í bygdini.
Johan Páll Joensen, stjóri í felagnum, sum hevur keypt virkið, sigur at teir vóna, at tað verður í hesum mánaðinum, at arbeiði verður aftur á virkinum og væntandi fara tey at søkja eftir arbeiðsfólki í næstu framtíð.
Í løtuni verður síðsta hond løgd á tær ábøtur, sum skulu gerast á virkið fyri at fáa tað góðkent og síðani skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan goðkenna tað.
Tær ábøtur og broytingar, sum kravdust, hava verið rættiliga umfatandi. Upprunaliga var ætlanin at virkið skuldi verða klárt at taka ímóti fiski fyrsta september, men tað hevur drigið so langt út, at tað verður ikki klárt, fyrrenn nú.
Nú virkið í Hvalba letur upp aftur, verður tað undir navninum Suðurís. Tað verður ein partur av samtakinum, sum Johan Pall Joensen hevur saman við øðrum. Frammanundan eru Norðís á Eiði, Eysturís í Klaksvík, Vestís í Vágum í samtakinum, men nú kemur so eisini eisini Suðurís í Hvalba uppí.

Byggir á fiskivinnuna á staðnum
Johan Páll Joensen sigur, at tá ið virkið letur uppaftur, verður tað við grundarlagi í tí fiskivinnu, sum er í Hvalba frammanundan.
Tað merkir, at virkið fer í mesta mun at taka ímóti fiskinum frá djúpvatnstrolarunum, eins og tað gjørdi frammanunfan.
Sostatt fer virkið mest at taka ímóti kongafiski, svartkalva og upsa, sum skal skerast og seljast fryst og fekst.
Hann sigur, at bátarnir fiska eini 5.000 tons um árið og, men at teir hava sett nøsina upp ímóti, at nýggja virkið í Hvalba skal taka ímóti 4.000- ? 4.500 tonsum um árið.
Nú er virkið í Hvalba frammanundan farið á heysin tvær ferðir, men tað ræðir teir ikki frá at byrja aftur av nýggjum.
? Nei, tað høvdu vit ikki. Vit hava vónir um at tað skal bera til, ikki minst tí at virkið í Hvalba verður ein partur av einum samtaki, sum frammanundan telur eitt virki í Klaksvík, eitt á Eiði og eitt í Sørvági og so nú, eitt virki í Hvalba afturat.
? At tað eru fleiri virki í samtakinum, gevur tað okkum nógvar fyrimunir, sum gera raksturin bíligari.
?Eitt nú kunnu vit keypa fisk og vørur og tilfar í felag, vit kunnu hava felags sølu o.s.fr.
Hann sigur, at nú fleiri virki eru, er tað eisini lættari at keypa heilar lastir og so at føra fiskin ímillum virkini at virka, so at hvørt virkið verður spesialiserað til virka ávís fiskasløg.

Klaksvíkingar og hvalbingar
Tað er eitt felag hjá Johan páll Joensen, sum eigur helvtina av virkinum í Hvalba. Hina helvtina eiga hvalbingar, við teimum báðum trolarunum Steintór og Niels Paula, Arbeiðsmannafelagnum og Arbeiðskvinnufelagnum, á odda.
Í sambandi við virkið nú letur upp aftur, er eitt ognarfelag stovnað. Hetta felagið eitur ?Flakavirkið í Hvalba? og tað felagið eigur bygningarnar og annars tær ognir, sum eru í virkinum.
Men síðani er eitt annað felag stovnað, sum eitur ?Suðurís? og sum skal standa fyri sjálvum rakstrinum og sum leigar ognirnar frá Flakavirkinum í Hvalba til endamálið .
Hvalbingar og Klaksvíkingar eiga hvør sína helvt í báðum feløguum.
Johan Páll Joensen sigur, at virkið kostaði tríggjar milliónir at keypa, men partapeningurin í feløgunum, sum eiga og skulu reka tað, er útvið seks milliónir.
Men nú virkið stendur klárt at taka ímóti fiski, stendur tað teimum í umleið 10 milliónum.
Virkisleiðari á virkinum verður Jens Sofus Thomsen úr Hvalba og væntandi fara eini 40-50 fólk at arbeiða á virkinum.