Neyðhjálp
Tofta Arbeiðsmannafelag hevur samtykt at veita 5.000 krónur í stuðli til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í sambandi við herviligu flóðalduna og tær ræðuligu vanlukkur, sum hendan hevur elvt í landsynningspartinum av Asiu.
Harry Benjaminsen, formaður í arbeiðsmannafelagnum, sigur, at nevndin er samd um at stuðla hjálpararbeiðinum, og hann vónar, at onnur feløg eisini fara at stuðla arbeiðinum.
Ætlandi vórðu tær 5.000 krónurnar, sum Tofta Arbeiðsmannafelag veitir Reyða Krossi, formelt handaðar á skrivstovuni hjá Reyða Krossi, Føroya Deild, seinnapartin í gjár.
Fyrsta felag
Suni Winther, formaður í føroysku deildini hjá Reyða Krossi er fegin um, at eisini arbeiðafeløg vilja stuðla hjálpararbeiðinum.
- Eg vóni, at hetta er byrjanin til, at fleiri feløg fara at fylgja Tofta Arbeiðsmannafelag og stuðla innsavningini til vanlukkuraktu økini, sigur Suni Winther.