1. mai í ár hækkar tímalønin hjá limunum í arbeiðarafeløgunum við 1,27 krónur um tíman og 1. mai næsta ár við 1,85 kr um tíman.
Arbeiðarafeløgini hava í dag gjørt tvey ára semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum inniheldur lønarhækkan, nýggja aldursviðbót, hægri løn fyri vaktarhald á skipum, nýggja viðbót fyri arbeiðið við serliga vandamiklum evnum, eftirsitisløn, styttri freist fyri nær grundgevast skal fyri uppsøgn, longri uppsagnarfreist og nýggjar sáttmálar fyri arbeiðsfólki á flogvøllinum og fyri vaktarhald.
Formennirnir í teimum fimm arbeiðarafeløgunum eru væl nøgd við úrslitið,og fegnast um, at til bar ttil dømis at fáa nýggja aldursviðbót og eftirsitisløn við í sáttmálan.
Alt í alt er hetta ein nøktandi semja, sjálvsagt kundu okkurt verið betri, men tá ið vit hugsa um støðuna í landinum, og tað at vit megnaðu at fáa eina munandi hægri lønarhækkan enn aðrir sáttmálar, sum gjørdir eru seinasta árið, so kunna vit ikki annað enn vera nøgd, leggja formennirnir dent á.