– Tá vit spældu móti Italia vóru tað fleiri leikarar, sum ikki spældu upp til sítt besta. Tað er altavgerandi, um vit ynskja at umganga líknandi stórtap, at tað ikki hendir aftur, sigur Fróði Benjaminsen.
Sambært honum vilja hann og liðfelagar hansara gera alt fyri, at tað ikki endurtekur seg.
– Tí hava vit eisini vant rímiliga nógva taktiska venjing, umframt videofunder og annað. Hetta fyri ikki at enda í somu støðum sum í hinum dystium, greiðir Fróði Benjaminsen frá.
Lagið er gott
Annars letur liðformaðurin bara væl at umstøðunum í Slovenia.
– Hotellið er gott og tað er lagið eisini. Vit hava verið á stadion, sum tey siga verður fullsett, so tað sær eisini gott út. Undir venjing hava vøllarnir verið nakað bleytir orsaka av regninum, men tað kunnu vit ikki gera so nógv við. Hinvegin er vøllurin á stadion góður, vísir Fróði Benjaminsen á.