Tórshavnar kommuna arbeiðir við at loysa ferðslutrupulleikarnar á vegamótinum Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Hetta er ivaleyst tað staðið í landinum, har mest ferðsla er yvirhøvur. Serliga á morgni og beint eftir arbeiðstíð, er rættiliga trongligt á vegamótinum, og mangan eru røðirnar av bíðandi bilum langar.
Arbeitt hevur eina tíð verið við at gera eina rundkoyring á staðnum. Men eisini hevur verið nevndur møguleikin at seta upp ferðsluljós á verandi vegamóti.
Tvey uppskot komu til atkvøðugreiðslu á býráðsfundinum hóskvøldið. Annað, sum mælti til at seta ferðsluljós upp ístaðin fyri rundkoyring, fall við atkvøðunum fimm fyri og sjey ímóti. Samtykt varð við átta atkvøðum fyri og ongari ímóti at arbeitt verður víðari við at gera rundkoyring á vegamótini, sigur kommunan á heimasíðuni.








