Arbeiða við kvinnulista á Sandi

Vanliga plaga tveir listar at vera, tá kommunuval er á Sandi, men til valið, sum verður hin 13. november, verður helst ein listi aftrat.

Beinta Simonsen á Sandi sigur, at tey hava arbeitt við at skipa ein kvinnulista, og hóast tað tykist trupult at manna ein slíkan lista, eru ætlaninar ikki sleptar.

Hon vísir á, at eingin trupulleiki er at fáa stillarar, men verri er at manna listan við valevnum, tí fólk bera seg undan.

- Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu verður við kvinnulistanum, men vit ætla at royna nakað enn, um ein slíkur listi kann reisast á føtur og bjóða seg fram á kommunuvalinum.

Beinta Simonsen sigur, at um eingin kvinnulisti verður skipaður, er ikki óhugsandi, at talan verður um eina nýggjan lista kortini, har bæði kvinnur og menn verða á.

- Høvuðsmálini hjá einum nýggjum lista verða trivnaður, samstarv í Sandoynni og samstarv við landsmyndugleikar, og so vilja vit miðja imóti, at Sandoyggin helst verður ein kommuna, sigur Beinta Simonsen.

Hon leggur aftrat, at onnur aðalmál hjá listanum verða at skapa fleiri arbeiðspláss og at virka fyri, at ferðasambandið millum oynna og meginøkið verður betri.