- Vit hyggja eftir møguleikan at útbyggja verandi farstøð, serliga um viðførishøllina. Tað víðari perspektivið inniber so eisini, at flogvøllurin verður longdur og breiðkaður, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at Vága Floghavn arbeiðis í løtuni saman við toyminum, ið var innyvir útbyggingini av floghavnini, at útbyggja víðari.
- Tað eru fleiri útbyggingar, ið kunnu gerast og vit arbeiða við fleiri hugskotum í løtuni, sigur Jákup Sverri Kass.
Hoyr samrøðu við Jákup Sverra Kass við at trýsta á pílin undir myndini.