Uppskot er komið um at byggja fótbóltshøll í grótbrotinum norðanvert bygdina í Sandavági. Bygdarráðið er farið undir at fyrireika málið.
Á bygdarráðsfundi, sum varð hildin í Sandavági hóskvøldið, vóru heili tvey uppskot um at fraa undir at fyrireika fótbóltshøllina, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Fyrra uppskotið, sum var á skránni, kom frá Sandavágs Ítróttarfelag og FS Vágum í felag, og tað seinna kom frá bygdarráðsliminum Jóanisi Nielsen. Borgarstjórin sigur seg vita um enn eitt uppksot um sama mál, sum tó ikki var fyri á fundinum hóskvøldið.
Bygdarráðið samtykti at seta eina nevnd við limum, sum ítróttarfelagið og kommunan hvør í sínum lagi velur, at arbeiða víðari við hugskotinum.
Sandavágs Ítríttarfelag hevði við sínum uppskotið lagt ymiskt tilfar, sumfingið var til vega til tess at undirbyggja tað, sum skotið er upp.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur, at hon hevur verið í samband við onkran arkitekt, sum millum annað hevur verið við til at gjørt nýggju Parkina i Keypmannahavn.
Men hon leggur dent á, at enn er einki gjørt ella nøkur avgerð yvirhøvur tikin annað enn, at samtykt er at seta nevndina, sum nú skal fara rættiliga undir arbeiðið við at fyrireika høllina.