Aðalfundur í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, ið m.a. eigur TF Holding og Tryggingarfelagið Føroyar, varð hildin fríggjadagin 11. mars. Øll 23 umboðsfólkini sum tryggingartakarar hava valt at umboða seg á aðalfundinum vóru umboðað.
Á fundinum var nevndarval á skránni. Tríggir nevndarlimir vórðu nývaldir, og ein afturvaldur. Í nevndini sita nú:
Jóhannus Danielsen
Ingeborg Godtfred
Árni Jakobsen
Jónsvein Knudsen
Gunnar í Liða
Jan Müller
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Gunnari í Liða sum formanni, og Jóhannusi Danielsen sum næstformanni.
Birgir Mohr, nevndarformaður seinastu 2 árini, sum eisini hevur verið nevndarlimur í samtakinum í 29 ár valdi ikki at stilla upp aftur. Birgir hevur sostatt verið við til allar stóru broytingarnar sum eru hendar í samtakinum, seinast keypinum av Eik.
Á aðalfundinum vóru eisini 3 uppskot til viðtøkubroytingar. Onki av hesum fekk nóg stóra undirtøku, og sostatt vóru tey ikki samtykt.
Eitt einmælt umboðsráð samtykti í 2010 at arbeiða við broytingum og nútímansgerð av valskipan til umboðsráð, bygnaðin í samtakinum og valskipan hjá nevnd (áramál, førleikakrøv o.a.). So hóast hesi 3 uppskot til broytingar í viðtøkunum fullu á aðalfundinum, so arbeiðir umboðsráðið framvegis við nevndu broytingum, men sum partur av einari samlaðari ætlan.
Endamálið við hesum arbeiði er at laga framtíðar bygnaðin til tær broyttu umstøðurnar. Hetta tí at samtakið er eitt so stórt og týdningarmikið felag í Føroyum, at tað er alneyðugt, at karmarnir støðugt verða tillagaðir til nýggju avbjóðingarnar.