– Nevndin hjá IRF og samgongan í Tórshavnar kommunu hevur tosað saman um eina samanlegging. Uppleggið er gjørt á embætismannastigi, men politikararnir eru við í tilgongdini.
IRF hevur lagt uppskotið fram fyri øllum limakommununum, men áðrenn nakað verður gjørt endaligt, skal málið samtykkjast á einum aðalfundi hjá IRF og á einum býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu, sigur Kristina Roest, forkvinnu í IRF.
Hon vísir á, at IRF og umboð fyri Tórshavnar kommunu eru komin við einum felagsuppleggi, sum millum annað inniber, at IRF yvirtekur økið, bygningar og mobilar eindir hjá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, og at Tórshavnar kommuna gerst limakommuna í IRF. Uppleggið er, at felagsbrennistøðin skal staðsetast á Hjalla í Havn.
Effektivari brennistøð
– Ætlanin er at byggja eina felags brennistøð á Hjalla, har pláss er fyri tveimum ovnum. Vit hava ongantíð tosa um at hava felags brennistøðina nakra aðrastaðni. Brennistøðin og fyrsti ovnurin skulu eftir ætlan takast í nýtslu í 2025, og síðan skal verandi brennistøð á Hjalla niðurleggjast. Seinni ovnurin skal so takast í nýtslu í 2035, tá ið brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík skal niðurleggjast, sigur hon.
Hon vísir á, at um annar ovnurin skuldi gingið fyri, so kundi brennistøðin koyrt víðari við einum ovni.
– Vit ynskja at fáa eina størri og effektivari brennistøð, sum hevur nóg stóra brenniorku nógv ár fram í tíðina, og sum kann veita fýra til fimm ferðir meiri fjarhita enn verandi brennistøð, sigur Kristina Roest.
##med2##
Íløgan fer niður í helvt
Hon vísir á, at tað eru nógvir fyrimunir at leggja alla viðgerð av burturkasti í Føroyum í eitt felag.
– Vit fáa betri, tryggari og effektivari viðgerð av burturkasti, vit menna alla endurnýtslu í Føroyum munandi, vit fara at menna fjarhitaskipanina í Havn munandi, vit fáa nógv effektivari og bíligari rakstur, vit menna miðlingina munandi, og tað verður nógv bíligari. Fyri hvørja millión krónur í gjørdum íløgum fer kostnaðurin úr 40 krónur fyri borgaran niður í 20 krónur fyri borgaran, sigur hon.
Mett verður, at nýggja felags brennistøðin fer at kosta umleið 400 milliónir krónur. Tá so ovnur nummar tvey er liðugur, verða 100 milliónir krónur lagdar aftrat kostnaðinum. Tilsamans verður prísurin sostatt hálv milliard.
Nevndarbýtið møguliga broytast
Í uppskotinum verður lagt upp til, at verandi IRF kommunur skulu hava seks umboð, meðan Tórshavnar kommuna bara fær ein lim í nevndina.
Hetta er tó ikki endaliga avgjørt.
– Hatta er uppskotið, men hetta er ikki endaliga avgreitt enn, sigur Kristina Roest, forkvinna í IRF.












