Arbeiða við at gera ein parkeringstunnil í Havn

PARKERINGSTRUPULEIKAR Sjøtul er settur á eina heldur óvanliga ætlan um at gera ein parkeringstunnil undir miðbýin í Havnini

Nú er gongd sett á arbeiðið at fyrireika ein parkeringstunnil undir miðbýnum í Havnini.

Parkeringsviðurskiftini í miðbýnum Havn eru ein stórur trupulleiki í høvuðstaðnum, og tað hevur tað verið í fleiri ár. Og tað eru eisini býráðslimir í Havn, sum hava kallað parkeringsviðurskiftini fyri tann størsta trupulleikan av øllum.

Nógvar uppskot hava verið frammi um, hvussu trupulleikin kann loysast, men tað, sum oftast hevur verið nevnt, er at gera eitt parkeringshús í fleiri hæddum onkustaðni í Miðbýnum í Havn. Í hesum sambandi hevur tað stóra parkeringsplásssið við ferjuleguna á Eystaru Bryggju verið nevnt um eitt væl hóskandi pláss at gera eitt slíkt parkeringshús á.

Men fyrr í ár legði Annika Olsen, borgarstjóri, eitt heilt øðrvísi uppskot fram og tað var at gera ein parkeringstunnil undir Havnini.

Hon helt, at tað er ein góður máti at loysa parkeringstrupulleikan upp á. Serliga hugsar hon um, at tað er rættiliga avmarkað við plássi í miðbýnum í Havnini til at gera fleiri parkeringspláss á.

Síðani hevur verið arbeitt eitt sindur við ætlanini um ein parkeringstunnil, men nú er peningur eisini settur av á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Á fíggjarætlanini fyri næsta ár eru fimm milliónir krónur eru settar av til parkeringsviðurskiftini og ein partur av teimum skulu brúkar til at gera ymsar forkanningar og í sambandi við ein parkeringstunnil í Havnini, og til projekteringar, sigur Annika Olsen

 

Samstarv við privat

Borgarstjórin sigur at tey nú kanna møguleikar fyri at fáa eina privata fyritøku til at vera við í ætlanini at gera parkeringstunnilin.

Og hon sigur, at hjá privatum fyritøkum er tað avgjørt áhugi fyri at vera við í eini slíkari ætlan. Tað, sum arbeitt verður fram ímóti, er sostatt at gera eitt partafelag, har ein privat fyritøka, og kommunan, eru við, og hetta partafelagið skal so gera og reka ein parkeringstunnil undir Havnini.

Tað er ikki ein nýggjur tanki at lata privat gera parkeringspláss í Havnini, men sjónarmiðið hevur verið, at ein fortreyt er fyri tí hevur verið at vit fáa eina skipan við gjaldsparkering í Havnini, tí eingin fer at rinda fyri at parkera á einum privatum parkeringsplássi, tá ið tað ber til at parkera ákeypis á einum plássi hjá kommununi.

Men tað hevur ikki vunnið frama hjá landspolitikarum og tí er tað ikki sett í verk enn.

Hinvegin sigur Annika Olsen hetta er ikki nakað hon stúrir fyri.

– Ein máti er at gera ein parkeringstunnil, har fyritøkur, stovnar, kommunan, og onnur, kunnu keypa sær rættin til eitt ávíst tal á parkeringsplássum, sum tey so altíð hava trygd fyri, eru til taks hjá teimum.

Annika Olsen sigur, at tað eru fleiri stórir stovnar og fyritøkur í miðbýnum í Havn, men tað eru eingi parkeringspláss, so eg ivist ikki í, at áhugi hevði verið fyri eini slíkari ætlan, og at tey fara at sleppa av við parkeringsplássini.

Talan kann eisini verða um at gera parkeringstunnilin til eitt alment partafelag og so hava gjaldsparkering í honum, á sama hátt, sum flogvøllurin hevur skipað sína parkering.

– Men har er avbjóðingin, at tann vanliga parkeringin er ókeypis, og tað vísir seg sum um at fólk leggja einki í um tey fáa parkeringsbøtur, sigur hon.

 

Tunnil til 200 bilar

Annika Olsen sigur, at útrokningar vísa, at tað ber til at gera ein parkeringstunnil undir Havnini til 200 bilar fyri 37 milliónir krónur, og tað heldur hon eigur at vera ein yvirkomilig uppgáva.

Til samanberingar kann nevnast, at tað eru næstan 200 parkeringspláss á Skálatrøð, so verður hetta veruleiki, verður tað ein munandi øking í talinum á parkeringsplássum í miðbýnum.

Annika Olsen sigur, at býráðið er nú í samráð við ráðgevarar fyri at fáa greiði á, hvussu ein slíkur tunnil skal skipast, og gongst sum ætlað, hava tey eitt útpæl longu tíðliga næsta ár.

Hon sigur, at tað er skjótt at bora tunlar í dag, so frá tí at farið verður undir arbeiðið, tekur tað neyvan meiri enn eitt ár til parkeringstunnilin er liðugur. So gongst alt væl í hond, kann tunnilin verða liðugur í 2021.

Men samstundis er ætlanin at gera parkeringstunnilin soleiðis, at hann kann alsamt gerast størri, so hvørt tørvur er á tí.

– Tað, sum hevur týdning, er, at vit fáa lagt eina linjuføring fyri, hvussu ein slíkur parkeringstunnil kann leggjast undir Havnina, og hvussu hann kann byggjast út, soleiðis at aðrar verkætlanir ikki verða lagdar soleiðis, at tær verða til fortreð fyri tunnilin, sigur hon.

Hon sigur, at staðið, hugsað verður um at gera ein slíkan parkeringspláss, er undir Krákusteini, sum er á hamrinum á Havnargøtu við ferjuleguna á Eystarubryggju.

– Oman á jørðini hava vit einki nakað pláss mitt í Havnini at gera fleiri parkeringspláss á og vit eru ikki sinnað at brúka tey fáu plássini, vit hava eftir, til at gera stór parkeringshús á, sigur hon.