Arbeiða við at fáa yvirlit yvir skaðan

Í Áarstovu í Havn eru nú farin undir arbeiðið at gera sær yvirlit yvir skaðan, matstovan fekk, eftir at eldur kom í seinnapartin í gjár.

Jóhannes Jensen, stjóri, sigur, at gongst væl, ber til at lata matstovuna upp aftur um vikuskiftið, men tað er ikki vist enn.

Tað var beint eftir klokkan 14 í gjár, at eldur kom í matsovuna, Áarstova í Gongini í Havn.

Orsøkin vísti seg at vera ein grýta við matolju, sum stóð á einum komfýri og sum eldur var komin í.

Fólkið, sum hevði sett grýtuna út á, var farið eitt ørindi, sum vardi longi enn viðkomandi gav sær far um og avleiðingin var, at oljan varð so heit, at eldur kom í hana.

- Óhapp av hesum slagi henda alt ov ofta, staðfestir Jóhannes Jensen.

Hann sigur, at læran av hesum má vera: Far ALDRIN frá eini grýtu, sum er sett á komfýrin við matolju ella smelti, tí tað er ógvuliga eldfint, so áðrenn tú veitst av, er eldur komin í.

Jóhannes Jensen sigur, at eldurin, sum kyknaði í Áarstovu, er farin ígjøgnum alla luftskiftisskipanina og hevur gjørt stóran skaða á hana.

Men annars er skaðin ógvuliga avmarkaður og tað gevur hann sløkkiliðnum alla æruna av.

- Sløkkiliðið í Havn gjørdi eitt serstakliga professionelt arbeiði. Í fyrra lagi vóru tey ógvuliga skjót á staðið og fingu sløkt, áðrenn eldurin rættiliga festi í.

- Talan er um eini elligomul træhús og sløkkiliðið skuldi ikki verið nógv seinni, so brunnu tey í grund.

Í øðrum lagi vóru sløkkiliðsfólkini ógvuliga nærløgd at ansa eftir, at ikki ov nógv vatn varð brúkt.

- Tey tóku veruliga atlit til, at ansa eftir ikki at brúka meiri vatn enn neyðugt fyri ikki at elva til óneyðuga stóran vatnskaða, sigur Jóhannes Jensen.

Hann leggur afturat, at úrslitið er so eisini, at vatnskaðin er mestsum ongin.