Í dag tók ein lóggáva við í Danmark um, at íløt við eitt nú djús, saft og fruktsopa skulu fevast av pantgjaldi og -endurnýtsluskipanini.
Lesið eisini: Pant á djús og smoothies
Í Føroyum eru eisini ætlanir um at fáa fleiri vørur innundir pantskipanina.
- Arbeiði er fyri kortum sett í verk fyri Føroyar, har ein av arbeiðssetningunum er, at pant skal vera á øllum vørum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við umhvørvismálum.
Ein av avbjóðingunum hevur verið, at fáa allar handlar í Føroyum at semjast um hvørjar fløskur skulu takast inn. Sum vera man, eru handlarnir ymiskir til støddar, og tískil er keypsføri at fáa eina dýra pantmaskinu, sum megnar allar vørurnar, eisini ymiskur.
- Tað hevur tikið langa tíð fyri handilsvinnuna finna semjuna, men tað er eydnast nú. Leisturin verður helst, at maskinurnar verða settar upp í ymsum økjum, sigur Sirið Stenberg.
Tó er óvist enn júst nær skipanin tekur við í Føroyum, men, at skipanin kemur at brúka ta donsku sum fyrimynd.