Arbeiða víðari við eftirskúlanum í Hvalba

Landsstýrið er vælviljað fyri ætlaða eftirskúlanum í Hvalba, men ymisk viðurskifti mugu útgreinast meiri, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum Landsstýrið er sinnað at arbeiða víðari fyri at ætlaði eftirskúlin í Hvalba kann gerast veruleiki.

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum.

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, hevur spurt hann um gongd er í málinum um eftirskúlan, sum ein arbeiðsbólkur skeyt upp at byggja í Hvalba.

Jógvan á Lakjuni sigur, at síðani málið varð lagt fyri landsstýrið í heyst, varð tað tikið upp í landsstýrinum, sum er vælviljað mótvegis ætlanini.

Í ár hevur ein fundur verið ímillum stigtakararnar, bæði kommunufeløgini og mentamálaráðið.

Har varð tosað um ymisk viðurskifti og har avtalað var at arbeiða víðari við málinum.

Jógvan á Lakjuni vísti á, at talan er um eitt stórmál, sum kostar einar 90 milliónir krónur, har av landið og kommunurnar betala hvør sín part.

Tí er hetta eitt mál, sum má fyrireikast gjølliga.

Hann vísti eisini á, at tað er neyðugt at útgreina pedagogiskt innihald og onnur viðurskifti og tað er hetta, sum nú verður arbeitt við.