Síðani Pólland gjørdist limur í ES fyri trimum árum síðani, hava tríggjar mió. póllendingar verið uttanlands og arbeitt, og í dag eru 1,1 mió. póllendingar til arbeiðis í øðrum londum. Bretland tykist vera tað best umtókta landið hjá póllendingum, tí 26 prosent fara til Bretlands at arbeiða, 16 prosent fara til Týsklands og 10 prosent til Írlands. Royndirnar vísa, at tað eru yvirhøvur fólk á bygd, sum fara av landinum at leita sær eftir arbeiði. Hagtølini vísa eisini, at arbeiðsloysið er munandi størri á bygd enn í stórum býum sum Warszawa og Krakow.