Tað verður í løtuni arbeitt uppá høvuðsvatnleiðingina í Trongisvági. Tað hevur við sær, at høvuðsveitingin í tveimum umførum verður stongd, skrivar Tvøroyrar kommuna, og klokkan 8 í morgun var skrúvað fyri vatninum fyri fyrstu ferð.
Tvøroyrar kommuna mælir tí til at kóka drekkivatnið í Trongisvági, Ørðavíkarlíð og í Ørðavík.
Endamálið við arbeiðnum við vatnleiðingini er at skilja sundur privatu og vinnuligu nýtsluna, soleiðis at veitingin gerst støðug til báðar partar, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Tá arbeiðið er liðugt, verða royndir tiknar av vatninum, og úrslitið verður kunngjørt so skjótt sum gjørligt.