Tey seinastu bygdaráðvalini hava tað verið tveir listar til bygdaráðvalið heima á Sandi.
Tað vilja nakrir borgarar nú gera okkurt við. Katrin Petersen arbeiði í løtuni saman við øðrum uppá ein triðja bygdaráðslista.
Eftir ætlan skal listin stilla upp til valið, ið verður 08. november.
- Ætlanin er í veruleikanum at savna bygdina og tryggja, at øll mál, sum koma fyri bygdaráðið verða viðgjørd eins og av øllum bygdaráðslimunum, sigur Katrin Petersen.
Katrin Petersen sigur, at bygdin er tíverri klovin í nógvum førum, har helvtin heldur við meirlutanum í bygdráðnum og hin helvtin heldur við minnilutanum. Tað hevur avleiðingar fyri bygdina, fyrst og fremst í tí sosiala partinum av bygdalívinum á Sandi.
- Tað gongur væl hjá kommununi. Tænastur eru uppá pláss, skúlin fungerar væl og vit hava barnagarð o.s.fr, men mann merkir væl, at bygdin gongur í tveimum og tað ávirkar dagliga lívið í bygdini negativt.
Onga fastlagda skrá um mál
- Vit stilla ikki upp fyri at siga, at skúlin skal koyra væl ella at okkurt skal byggjast. Tað eru vit øll samd um og tað verður gjørt, óansæð hvør stillar upp. Listin hjá okkum vil sjálvandi eisini arbeiða fyri framburði í bygdini, sigur Katrin Petersen.
Hon sigur víðari, at tey vilja arbeiða aktivt fyri, at borgarin verður hoyrdur í øllum, sum bygdaráðið ger. Hoyringar skulu t.d. verða um hvar grundstykkir verða gjørd og hvussu farast skal fram tá tunnilin opnar o.s.fr.
Eisini skal ein meira opin og professionellur máti gerast í málsviðgerðum og starvssetanum og líknandi málum, ið viðkoma øllum. Í ávísum førum manglar gjøgnumskygni, sigur Katrin Petersen.
- Hugskotið er at savnað fólkið og fáa øll at verða ein part av tí, sum gongur fyri seg á Sandi. Sands bygd er so lítil og tað gevur lítla meining við einum meirluta og einum minniluta, sigur Katrin Petersen.
Katrin Petersen sigur, at tað verður ein almennur fundur í næstum, har ætlanin verður løgd fram.