Í kvøld fær Tvøroyri vitjan av trúboðaraskipinum Logos II. Skipið er komið undir land á Suðuroynni og leggur til bryggju í kvøld kl. 18. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika hesa vitjanina, sum umsíðir gerst veruleiki í sunnastu oyggj okkara.
Tað er felagsskapurin Operation Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagsskapur sum eigur gomlu Norröna.
- Tað er ikki frítt, at tey 180 fólkini umborð, og sum koma úr 40 ymiskum londum, eru spent uppá vitjanina, sigur samskiparin hjá OM í Føroyum, Karl Robert Vang.
Við móttøkuna í kvøld er ætlanin at gera nógv burtur úr. Millum annað eru umboð fyri politiska myndugleikan og løgmaður sjálvur boðin við. Og sum skilst fer løgmaður eisini at siga nøkur orð í hesum sambandi.
Logos II steðgar í Føroyum til mánadagin, tá leiðin verður løgd víðari norður í hav. Næsti steðgur verður í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.