Ein støðugt størri partur av botnfiskinum, sum íslendsk skip veiða, verður arbeiddur uppi á landi.
Í 2009 arbeiddu íslendingar 50 prosent av botnfiskinum á virkjum uppi á landi, men nýggj tøl hjá fiskavirkjunum vísa, at í ár verða 65 prosent landað og arbeidd uppi á landi, og so stórur hevur hesin parturin ikki verið tey seinastu tíggju árini.
Frá 2002 til 2009 minkaði tann parturin av botnfiskinum, sum bleiv arbeiddur uppi á landi, men síðani er gongdin broytt. Í fjør blivu 64 prosent virkað á virkjum, og tøl frá juli í ár vísa, at parturin er 65 prosent í ár. Tilsvarandi minni er hagreitt og fryst umborð á skipum.