Tey, sum dagliga ferðast gjøgnum Leynatunnilin, noyðast næstu dagarnar at brynja seg við toli, tí tá verður arbeitt í tunnlinum.
Arbeiðið í Leynatunnlinum hevur við sær, at næstu tvær vikurnar verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin við ljósregulering millum klokkan átta á morgni og sjey á kvøldi.
Um næturnar og í vikuskiftinum er tunnilin tó opin sum vant, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.









