Arbeiða knallhart móti málinum

FSF-forsetin sigur, at starvsnevndin framvegis arbeiðir eftir sama leisti í royndini at finna best møguliga landsliðsvenjaran

Fótbóltur

 

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sigur, at hann sum so ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið um, at Colin Calderwood er settur í starv sum venjari hjá Newcastle. Heldur ikki, hóast hesin segðist vera maðurin, sum stóð ovastur á ynskislistanum hjá FSF.

- Tá talan er um nøvn og persónar, fái eg ikki gjørt nakra viðmerkingar yvirhøvur.

Men hevur setanin hjá Newcastle av Colin Calderwood ikki órógvað tilgongdina?

- Eg havi ongar viðmerkingar til tann partin. Eg kann bara staðfesta, at vit í nevndini framhaldandi arbeiða knallhart fyri at seta rætta venjaran til landsliðið, sigur Høgni í Stórustovu.

- Og tað arbeiðið gongur so framvegis sína gongd. Beint nú kanst tú siga, at vit fara til hálvleiks, tí sjálvur skal eg av landinum í øðrum ørindum í morgin. Men vit arbeiða framvegis eftir sama leisti, og tað ganga vónandi ikki alt ov nógvir dagar, áðrenn vit kunnu boða frá okkara endaligu niðurstøðu, sigur Høgni í Stórustovu.

Sambært enska this is Nottingham er framvegis møguleiki fyri, at Colin Calderwood verður føroyskur landsliðsvenjari. Setanin í Newcastle er galdandi hetta kappingarárið, og enska blaðið veit at siga, at ein millumloysnt møugliga kann gerast, soleiðis at Calderwood kortini verður landsliðsvenjari, men at tann setanin ikki tekur við fyrr enn í juni mánaði.