Arbeiða ikki undir trýsti

Virkandi løgmaður, Bjarni Djurholm sigur, at landsstýrið ikki vil lata seg trýsta í málinum um lønirnar hjá maskinmeistarunum

Stremyslit

Nú Jóannes Eidesgaard er í summarfrí, er tað Bjarni Djurholm, sum er virkandi løgmaður, og hann heldur í fyrstu atløgu fast um tað, sum Bárður Nielsen segði fyrr í kvøld.
- Bárður hevur meldað út sína vegna í málinum, og tað er eitt samlað landsstýrið, sum stendur aftan fyri hetta. Føroyska samfelagið hevur í løtuni ikki ráð til eina lønarhækkan, sum er í nær námind tí, sum maskinmeistararnir vilja hava.
Men kunnu tit liva við, at ein ósemja hjá 40 monnum skal leggja landið at kalla lamið?
- Vit hava so givið okkara útspæl í hesum, tí hatta var ikki semja, sum landsstýrismaðurin upp á nakran máta kundi skriva undir. Nú mugu vit so síggja, hvat víðari hendir í málinum, og sjálvandi fara vit alla tíðina at fylgja gongdini sera neyvt. Og verður tað neyðugt, so verður landsstýrið kallað saman aftur alt fyri eitt.
- Men sjálvandi vilja vit hava, at partarnir seta seg saman aftur. Hatta úrslitið, sum teir komu til, var ikki nóg gott, og so mugu teir aftur til borðið.

Ein møguleiki er at lóggeva um málið, soleiðis at verkfallið verður avblást. Er tað nakað, sum tit hava umhugsað.
- Tað er so sjálvandi ein møguleiki, men hartil eru vit ikki komin. Eg vil tó undirstrika, at tá landsstyrið hevur meldað hetta út, so er eingin sum helst ivi um, at tað er sagt í álvara. Og vit fara ikki at lata okkum trýsta í hesum, staðfestir Bjarni Djurholm.