Arbeiða fyri hálva løn

Kanningar hjá danska fakfelagnum 3F hava avdúkað, at tríggir italskir arbeiðsgevarar, sum arbeiða í Danmark, hava rindað sínum útlendsku arbeiðsmonnum eina tímaløn, sum er á leið helvtin av tí, sum teirra donsku felagar fáa.

Jesper Weihe hjá 3F sigur við kringvarpið DR, at summir av útlendingunum hava fingið 74 krónur um tíman fyri jørð- og betongarbeiði, og at tað svarar til umleið hálva løn.

Teir italsku arbeiðsgevararnir arbeiða við at útbyggja metro-kervið í Keypmannahavn, og teir hava nú fingið boð um at fáa lønarviðurskiftini hjá teimum útlendsku arbeiðsmonnunum í rættlag.