Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður árligi aðalfundurin hjá Nordisk Søforsikringspool hildin í Føroyum. Nordisk Søforsikringspool er felagsskapurin hjá øllum teimum tryggingarveitarum í Norðanlondum, sum hava við sjóartryggingar at gera.
Eisini upplivað Føroyar
Tey einstøku norðurlendsku londini hava hvør í sínum lag eitt landsfelag fyri veitarar av sjóartryggingum, og hesi landsfeløg eru síðani limir í Nordisk Søforsikringspool. Føroysku tryggingarveitararnir eru limir í danska landsfelagnum, og hava fleiri ferðir áður luttikið á slíkum norðurlendskum fundum. Í ár valdi danski landsfelagsskapurin, ið fyriskipar norðurlendska fundin, at hava fundin í Føroyum, og tað tykist teir verða væl nøgdir við.
Teir báðir danarnir, ið hava fyriskipað fundin, Jens Peter Tranberg frá Forsikring & Pension og Aage Sørensen frá CNA Insurance, siga, at fundurin í Føroyum hevur verið stak væl eydnaður. Sjálvur aðalfundurin var hildin mánadagin, men teir 85 norðurlendsku luttakararnir komu til landið longu leygardagin, so høvi var eisini til at hyggja eitt sindur nærri at Føroyum. - Tá ið nú fundurin var í Føroyum, hildu vit tað verða hóskandi, at luttakararnir eisini loyvi at síggja tykkara vakra land eitt sindur nærri, sigur Jens Peter Tranberg. Tískil var sunnudagin skipað fyri einari bussferð til Norðoyggjar, og millum annað var vitjað á Viðareiði, har vit fingu okkum ein bita, greiðir Jens Peter Tranberg frá.
Fyribyrgjandi arbeiði
Tá ið allir veitararnir á tí norðurlendska tryggingarmarknaðinum hittast soleiðis regluliga, eru tað altíð nøkur, ið hava lyndi til at huga, at hetta mest er álíkt einum kartelli, sum ger innanhýsis prísavtalur, og Aage Sørensen sigur, at tað er væl skiljandi, at fólk hugsa so, men hann avsannar tó, at nakrar prísavtalur verða gjørdar. - Tað hevði ikki nyttað nakað hjá okkum at gjørt slíkar prísavtalur, tí tá ið talan er um sjóartryggingar, kann tryggingartakarin bara venda sær til ein veitara uttan fyri Norðanlond, um hann heldur okkara prísir verða ov høgar, tí hann kann velja frítt, um teknar trygging hjá einum norðurlendskum veitara ella onkrum uttan fyri Norðanlond, sigur Aage Sørensen.
- Høvuðsendamálið hjá okkum við at hava slíkar norðurlendskar fundir á hvørjum ári er, at vit á henda hátt kunnu tosa saman um, hvussu vit á besta hátt í felag kunnu bjóða norðurlendska tryggingarmarknaðin fram til áhugaðar kundar. Harafturat brúka vit eisini ein stóran part av tíðini til at kjakast um, hvussu vit kunnu verða við til at fyribyrgja skaðar til frama fyri bæði viðskiftafólkini og okkum sjálvi, sigur Aage Sørensen. - Tað vil siga, at samanumtikið kann sigast, at vit arbeiða við at menna tað produkt, sum vit bjóða kundunum, og tað týdningarmiklasta hjá okkum í hesum sambandi er at menna norðurlendska marknaðin fyri sjóartryggingar, og tað gera vit við millum annað at verða við í I.O.M.I (International Union of Marine Insurance), leggur Jens Peter Tranberg afturat.
Norðurlendski fundurin um sjóartrygginar endaði mánakvøldið, og útlendsku gestirnir fóru av landinum aftur í gjár.










