Hvalba
Gongst sum ætlað, verður nýggjur bátahylur gjørdur í Hvalba tey næstu árini.
Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið, samtykti bygdaráðið, at letur tað seg gera, skal nýggjur bátahylur gerast í Hvalba.
Nógvir hvalbingar vilja hava nýggjan bátahyl, tí teir siga, at umstøðurnar eru ikki nóg góðar, í teimum hylum, sum eru.
Ætlanin er at gera bátahylin beint innanfyri skipahavnina á Harmanesi.
Men hetta er ein dýr útbygging, sum leyðsliga er mett at kosta einar fýra milliónir at gera og tí ætlar bygdaráðið at hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður undir ætlanina.
Bygdaráðið hevur sostatt samtykt, at tað verður bara farið undir bátahylin um tað tekniskt og fíggjarliga letur seg gera.
Eitt, sum bygdaráðið vil kanna gjølliga,er, um bátahylurin og grótkastini, sum skulu gerast í tí sambandi, fara at ávirka skipahavnina til tað verra, tí tað vil bygdaráðið tryggja sær, ikki hendir.
Men tað er ætlanin, at kanningar skulu staðfesta.
Ì næstum skal fundur verða við Landsverk um ætlanina og so verður arbeitt víðari eftir tí, sum kemur fram á tí fundinum.
Tað er eisini heilt greitt, at av tí at talan er um eina dýra útbygging, verður tað ikki heilt enn, at bátahylurin verður gjørdur.
Á bygdaráðsfundinum fríggjakvøldið nevndi borgarstjórin, Levi Niclasen, at 2008 kundi vera eitt boð upp á, nær ein nýggjur bátahylur kann vera liðugur, um tað yvirhøvur verður farið undir hann.









