Arbeiða framvegis á Norðís

Fyrst í hesum mánaðinum vórðu 29 fólk uppsøgd hjá Norðís á Eiði, men seinastu tíðina hevur virkið arbeitt fisk í fleiri dagar. Fiskur verður eisini arbeiddur á virkinum í dag.

Í marsmánaði gongur uppsagnartíðin hjá uppsøgdu fólkunum út, og tá standa tey uttan starv, um Jóhan Páll Joensen, stjóri, ikki megnar at finna eina loysn.

? Vit arbeiða við at finna eina loysn. Um okkurt kann gerast við hýsuni, ella um vit skulu fara at arbeiða upsa, sigur Jóhan Páll Joensen.