Aragones hevur góðar vónir

Kl. 19.45 byrjar tann seinasta EM-fjórðingsfinalan á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. Spania og Italia skulu spæla um rættin at møta teimum sterku russarunum í hálvfinaluni. Spania hevur einki vunnið, síðani teir vunnu EM í 1964. Og teir hava ikki verið í einari finalu í einum endaspæli, síðani teir vóru í finaluni ímóti Fraklandi, í EM-endaspælinum í Fraklandi í 1984, sum teir taptu 2-0. Men venjarin hjá Spania, Luis Aragones hevur góðar vónir um, at Spania kann koma burtur úr naggatódnini: ?Eg eri sannførdur um, at vit megna tað. Eg trúgvi eg havi ein hóp av spælarum, sum hava uppiborið at koma burturúr hesari naggatódnini, tí talan er um ein hóp við vinnarum. Liðið fer at geva 110% í kvøld, og eg veit, at um teir so verða noyddir at fara út á vøllin fyri at doyggja fyri Spania, so gera teir tað - ítróttarliga talað.? Spanski verjuleikarin, Carlos Puyol tekur ikki so rívan til: ?Vit eru óttafullir um allar partar av tí italska spælinum. Teir eru heimsmeistarar, og teir eru ein ógvuliga fullkomin hópur. Teir eru vandamiklir í endaspølum, og teir hava ein vinnara-hugburð. Italia er eitt sterkt lið, sum kann vinna, uttan at spæla væl. Vit mugu verða upp til okkara allarbesta, um vit skulu kunna sigra á teimum í kvøld.? Sigur ein meiri varin Carlos Puyol. Hjá Italia eru Gennaro Gattuso og Andrea Pirlo leikbannaðir.