Eftir at Sevilla í gjár bert megnaði at fáa javnleik 1-1 móti botnliðnum Xerez, helt leiðslan tað verða nóg mikið og koyrdi venjaran Manolo Jimenez. Harvið kundu gitingarnar um, hvør skal taka við, byrja.
Fleiri spanskir miðlar nevna fyrrverandi spanska landsliðsvenjaran, Luis Aragones, sum eina reisu í 90unum var venjari hjá Sevilla, sum fyrstaval, meðan næsta navnið á listanum er Michael Laudrup.
Michael Laudrup hevur royndir sum venjari í Primera Divison, hann var venjari í Getafe í kappingarárinum 2007 til 2008.
Michael Laudrup hevur verið arbeiðsleysur í skjótt eitt ár, eftir at hann í apríl í fjør varð koyrdur í russisku Spartak Moskva, men hevur fyri ikki so langari tíð síðan tosað um at finna sær eitt nýtt starv.










