Tá ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, og palestinski forsætisráðharrin, Mahmoud Abbas, hittust fyrradagin, reisti Abbas spurningin um at lata Yasser Arafat, forseta fáa frítt at fara í teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum.
-Hann kann fara úr Ramallah til Gaza-geiran, men treytin er, at hann verður verandi har, var greiða svarið hjá Sharon sambært ísraelska blaðnum Haaretz.
Arafat hevur sitið í húsavarðhaldi í Ramallah á Vestara Áarbakka, og fleiri ferðir hava ísraelsmenn søkt at høvuðsstøð hansara. Ísraelskir embætismenn hava í seinastuni avdúkað, at stjórnin í Tel Aviv eisini umhugsaði at beina fyri Arafat, og í øðrum førum varð umhugsað at koyra hann úr Miðeystri.
Á fundinum umrøddu Sharon og Abbas eisini teir nógvu palestinararnar, sum sita í ísraelskum fongslum. Ísraelski mannarættindafelagsskapurin B'T heldur, at umleið 5.000 palestinar sita fangar í Ísrael. 1.200 teirra eru í sokallaðum umsitingarligum varðhaldi, sum millum annað ber í sær, at teir fáa ikki løgfrøðiliga verju, og teir eru heldur ikki ákærdir fyri nakað brotsverk.