Palestinskileiðarin, Yasser Arafat, slakaði um vikuskiftið fyri innanhýsis og altjóða trýsti um at umskipa palestinsku leiðsluna. Arafat gjørdi av at tilnevna eina nýggja palestinska stjórn, sum er mannað við 21 ráðharrum. Í undanfarnu stjórnini vóru 31 ráðharrar.
Ein tann týdningarmesti ráðharrasessurin í palestinsku stjórnini er innanríkisráðharrastarvið, tí innanríkisráðharrin er við í øllum samráðingum við Ísrael. Nú hann umskipaði stjórnina, gjørdi Arafat av at seta Abdel Razak al-Yahiya í tað týðandi starvið. Hann er generalur og skal m. a. umskipa palestinsku løgregluna og trygdartænastuna.
Bæði palestinar og onnur hava kravt, at Arafat skal steðga teirri umfatandi korruptiónini innan sjálvsstýrismyndugleikarnar. Ta uppgávuna fær tann nýggi fíggjarmálaráðharrin, Salam Fayad, sum framman-undan var stjóri í arabiska bankanum á Vestara Áarbakka. Áðrenn hann gjørdist stjóri í bankanum, starvaðist Fayad í altjóða gjaldoyragrunninum IMF.
Í nýggju stjórnini eru fleiri nýggir ráðharrar, men nakrir av teimum best kendu halda fram. Teirra millum eru Saeb Erekat, Nabil Shaath og Abdel Rabbo.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggju pale-stinsku stjórnini verður at fyrireika valini, sum verða um ársskiftið. Kommunu-val verða ætlandi einaferð í november ella desember, og stutt eftir skulu palestinar velja sjálvsstýrisráð og forseta.