Arafat skal byrgjast av

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, vil ikki koyra Yasser Arafat í útlegd, men hann skal byrgjast av í Ramallah

MiÐeystur
Árni Joensen:

- Vit eiga at koyra Arafat í útlegd, tí so høvdu vit sloppið undan at síggja hann ganga eftir reyðum leyparum, tá hann kurteisliga tekur í hondina á leiðarum víða um heimin, skal ísraelski verjumálaráðharrin, Shaul Mofaz, hava sagt á einum stjórnarfundi sunnukvøldið.
Men Ariel Sharon, forsætisráðharri vildi ikki koyra Arafat í útlegd. Ístaðin varð avgjørt at byrgja palestinska forsetan av í Ramallah. Hetta ber millum annað í sær, at útlendskir politikarar og diplomatar, sum fara til Ramallah at tosa við Arafat, sleppa ikki at tosa við ísraelsku stjórnarlimirnar.
Ariel Sharon sigur, at Arafat hevur ábyrgdina av teimum nógvu palestinsku sjálvmorðsbumbuatsóknunum seinastu dagarnar. Hesum vísa palestinar aftur. Teir vilja harafturímóti vera við, at ísraelska mótstøðan ímóti teirri seinastu amerikansku friðarætlanini ger, at ófriðurin heldur fram.
Palestinar hava góðkent amerikanska uppskotið, men tað hevur Ísrael ikki gjørt.