Palestinski leiðarin, Yasser Arafat, boðaði seint týskvøldið frá, at hann hevði gjørt av at verða verandi í Ramallah á Vestara Áarbakka. Talsmaður hansara, Yasir Abedl Rabbo, segði, at Arafat hevði valt at setast aftur, tí hvørki hann ella hansara næstu ráðgevar vildu góðtaka tær treytir, sum ísraelska stjórnin hevði sett.
Palestinskir embætismenn søgdu, at Ísrael hevði roynt at fáa palestinsku myndugleikarnar at góðtaka nøkur trygdartiltøk, sum palestinar ikki kundu góðtaka.
Týsdagin segði ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, at tíðin er ikki búgvin, til at Arafat kundi sleppa á arabiska toppfundin í Beirut.
Týskvøldið varð eisini fráboðað, at hvørki egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, ella jordanski kongurin, Abdullah, skuldu til Beirut. Eingin almenn frágreiðing kom úr Jordan, men eygleiðarar halda, at avgerðin hjá kongi er eitt mótmæli ímóti, at Ísrael ikki vildi lata Arafat sleppa á toppfundin. Aðrar keldur søgdu, at teir báðir høvdu sligið av at fara, tí teir kendu seg ikki heilt tryggar í libanska høvuðsstaðnum.
Í Beirut fara teir arabisku leiðararnir at viðgera uppskotið, sum saudiarabiski krúnprinsurin Abdullah hevur lagt fram. Uppskot hansara er, at Ísrael skal taka seg aftur til markið undan krígnum í 1967, og at øll tey arabisku londini afturfyri skulu viðurkenna ísraelska ríkið.
Flest øll arabisk lond hava sagt seg taka undir við uppskotinum, og tað hava palestinararnir eisini gjørt. USA og ES hava eisini tikið undir við saudiarabiska uppskotinum.
Myndatekstur:
Saudiarabiski krúnprinsurin Abdullah kom til Beirut við uppskotinum, sum eftir hansara hugsan skal fáa enda á kreppuni í Miðeystri.
Arafat settist aftur
Egyptiski forsetin og jordanski kongurin fóru heldur ikki á toppfundin í Beirut.
Miðeystur
Árni Joensen