Arafat-maður á páskavitjan

Ein av næstu monnum Yasser Arafats, Tass Saada, vitjar í hesum døgum í Føroyum, og kann hann upplivast á møtum ymsastaðni í landinum, har hann greiðir frá tíð síni sum sniðskjútti hjá palestinsu Fatah-rørsluni.

Tass Saada vaks er føddur í Gaza-geiranum, men vaks upp í Saudiarabia og Qatar, og sum 17 ára gamal fór hann upp í Fatah-rørsluna hjá PLO-leiðaranum, Yasser Arafat, har hann fyrst var sniðskjútti og seinni bilførari hjá Arafat.

Seinni flutti Tass Saada til USA, har hann tók við kristnari trúgv, men fyri nøkrum árum síðani valdi hann saman við konuni at flyta aftur til Gaza, har hann í nøkur ár skipaði fyri hjálpararbeiði millum børn og ung.

Seinni fluttu tey til Jeriko, har hann saman við øðrum stendur fyri hjálpararbeiði millum muslimsk børn, eitt nú frá eini flóttafólkalegu í Jeriko.

Nú Tass og konan, Karen, vitja í Føroyum á páskum, greiðir hann frá síni spennandi lívssøgu, tosar um spentu støðuna millum palestinar og jødar, umframt at hann greiðir frá sínum hjálpararbeiði.

Tass og Karen Saada, sum eru boðin higar av Ísraelsmissiónini, hava longu verið í Porkeri og Sørvági, men kunnu um páskahalguna hoyrast í Havn, Klaksvík og Leirvík. Á øllum støðum verður tulkað til føroyskt.