Arafat liggur á bóli

Palestinski leiðarin, Yasser Arafat, svevur á einari madrassu á gólvinum og livir av blikkamati

MiÐeystur
Árni Joensen:

Saman við Arafat eru umleið 250 aðrir palestinar, sum halda til í tí, sum er eftir av høvuðsstøðini í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka.
Palestinskar keldur siga, at tann 73 ára gamli leiðarin er í øðini inn á altjóða samfelagið, sum hann leggur undir at vera í parti við Ísrael. Hansara einasta samband við umheimin er ígjøgnum fartelefon, tí uttanfyri standa ísraelskir hermenn við stríðsvognum á varðhaldi, og harafturat hava ísraelsku hermenninir sett píkatráð rundan um bygningin. Um náttina tryggja ísraelskir ljóskastarar, at eingin sleppur inn á støðina ella út haðani.
ST-trygdarráðið hevur kravt, at Ísrael skal gevast við kringsetingini, men Ariel Sharon, forsætisráðharri hevur sagt, at Ísrael fer ikki at gera eftir kravinum frá ST. Sharon heldur fast um, at tjúgu palestinar, sum fjala seg inni á støðini í Ramallah, skulu latast ísraelsmonnum, tí teir hava samband við palestinska yvirgangin í Ísrael.
USA atkvøddi ikki fyri samtyktini, sum krevur ísraelska afturtøku, men George W. Bush, forseti hevur kortini biðið Ísrael gevast við kringsetingini. Ein talsmaður hjá ísraelsku stjórnini segði í gjár, at kanska eru ísraelsmenn og amerikanarar ikki samdir í øllum lutum, men viðurskiftini millum Washington og Tel Aviv eru betri nú enn nakrantíð fyrr, legði hann afturat.