Arafat kann enda í útlegd

Ísraelski ráðharrin Limor Livnat segði í gjár, at palestinska sjálvmmorðsbumbuatsóknin í Tel Aviv týsdagin kann bera í sær, at Yasser Arafat verður sendur í útlegd

- Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at koma til ta niðurstøðu, at vit halda okkum ikki hava annað í at velja enn at koyra Yasser Arafat í útlegd, segði Limor Livnat, kenslumálaráðharri við útvarpið hjá ísraelska herinum í gjár.
Kenslumálaráðharrin hevur verið í USA saman við Ariel Sharon, forsætisráðharra seinastu dagarnar. Sharon gjørdi í gjár av at bróta vitjanina í Washington av eftir ta ógvusligu bumbuatsóknina í Tel Aviv, sum kostaði 15 mannalív.
Áðrenn hann fór úr USA, segði Sharon, at Ísrael fer at halda fram við bardaganum ímóti yvirgangi, og at teir, sum halda seg til yvirgang sum eitt amboð, verða fyribeindir.
- Arbeiði okkara er ikki liðugt. Bardagarnir fara at halda fram, segði ísraelski forsætisráðharrin. Hann fanst eisini hvassliga at teimum palestinsku sjálvsstýrismyndugleikunum og segði, at bumbuatsóknin í Tel Aviv prógvar veruligu ætlanina hjá palestinska leiðaranum. Sharon nevndi tó ikki Arafat við navni.
Palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir hava fordømt sjálvmorðsbumbuatsóknina, sum tann víðgongdi felagsskapurin Hamas hevur átikið sær ábyrgdina av. Í einari kunngerð frá høvuðsskrivstovuni hjá Arafat í Ramallah stóð, at atsóknir sum tann í Tel Aviv gagna ikki friðinum.