Arafat illa sjúkur

Eitt lið av útlendskum læknum kom í gjár til Ramallah at kanna palestinska forsetan, sum er illa sjúkur

Tann 75 ára gamli Yasser Arafat hevur verið sjúkur seinastu fjúrtan dagarnar. Talsmenn hansara hava sagt, at hann leið av einari magapínu, men fyrrakvøldið versnaði hann so nógv, at hann lá uttan vit eina løtu.
Stutt eftir vórðu boð send eftir fleiri av teimum ovastu palestinsku leiðarunum, teirra millum Ahmed Qurie, forsætisráðharra og Mahmoud Abbas, fyrrverandi forsætisráðharra. Samstundis savnaðust fleiri hundrað fólk uttan fyri húsini í Ramallah, har ísraelski herurin hevur havt Arafat innibyrgdan seinastu tvey árini.
Arabiska sjónvarpið al-Jazeera segði gjáramorgunin, at Arafat hevði til-nevnt Qurie, Abbas og tjóðartingsformannin Salim al-Zaanoun at umsita forsetaembætið, meðan hann er sjúkur, men tað avsannaðu palestinskir em-bætismenn seinni.
Fleiri gitingar hava verið um, hvat bagir Arafat. Ísraelskir talsmenn hava róð uppundir, at hann líðir av krabbameini í maganum ella í hálsinum, men tað hava palestinar avsannað. Í gjár kom eitt lið av læknum úr USA, Egyptalandi og Jordan til Ramallah at kanna Arafat.
Ísraelski uttanríkisráðharin, Silvan Shalom, segði við ísraelska útvarpið gjáramorgunin, at Arafat fær frítt at fara, noyðist hann á sjúkrahús. Men tað er ivasamt, um palestinski forsetin fer at taka av tilboðnum. Ísraelskar keldur hava fyrr bent á, at fer Arafat úr teimum hersettu økjunum, sleppur hann ikki heimaftur.
Reuter tíðindastovan skrivar, at noyðist Arafat frá, ella doyr hann, fer tað uttan iva at ávirka viðurskiftini í Miðeystri. Bæði Ísrael og USA leggja Arafat undir at forða fyri friði ímillum ísraelsmenn og palestinar, og eygleiðarar halda tí, at tað verður lættari at fáa samráðingar í lag, um Arafat fer frá ella doyr.