Stýrið í Sýrialandi fær ábreiðslur úr øllum heraðshornum, eftir at 92 fólk, teirra millum 32 børn, doyðu í einum álopi hjá stjórnarherinum á býin Houla fyrradagin. Samstundis veksur kravið um fleiri og harðari tiltøk ímóti stýrinum í Damaskus.
Arabiska Samgongan er í ferð við at kalla sínar uttanríkisráðharrar til kreppufundar. Í fundarboðunum stendur, at fundurin skal kanna viðurskiftini og fremja tiltøk, sum kunnu steðga áganginum á tað sýriska fólkið.
Tað er stjórnin í Kuwait, sum hevur sent fundarboðini, og stjórnin sigur, at hon hevur eisinmi sett seg í samband við altjóða felagsskapir fyri at fáa enda á harðskapinum í Sýrialandi.
Samstarvsráðið hjá londunum við Persaflógvan, GCC, vil hava umheimin at leggja uppí fyri at styðja uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta. Millum londini er GCC er Saudiarabia.
Í Washington umhugsar Barack Obama, forseti, at taka upp samstarv ið Russland fyri at leggja eina ætlan um, hvussu Sýrialand kann fáa eitt annað stýri. The New York Times skrivar, at Thomas Donilon, sum er trygdarráðgevi hjá forsetanum, hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, um málið.










